
Aftur í ár verður møguligt hjá vágbingum, útisetum og fólki annars, sum ikki hava møguleika at vera í Vági nýggjársaftan, at fylgja við, tá vágbingar í hundratali fara til gongu gjøgnum bygdina við kyndlum, vestur til Tríkantin, har prýddur bátur verður brendur og stórt fýrverkshow verður.
Les meira







Aftur í ár verður tiltak fyri børn og ung nýggjársaftan, tá Bubu, Danny frá Danny & the Veetos og Ingi Poulsen á pall í VB-húsinum at undirhalda, spæla og syngja. Tiltakið byrjar kl. 13
Veðurforsøgnirnar eru ikki góðar, men kortini stendur kirkjurenningin á skránni nýggjársaftan í Vági.