Fyrireikingarnar ganga væl

Ferð er í hesum døgum á fyrireikingunum til nýggjárshaldið í Vági. Sum vant hjálpa nógv fólk til.

Faklarnir til menn og kvinnur eru lidnir. Blikkini eru klár og heiðursportrini við. Gjørt verður klárt at prýða bátin við drekahøvdi og skjøldrum.

Í Billardhúsinum verður gjørt klárt til morgunmatin. Í VB–húsinum og Vágs Høll til dansin.

Jú, fyrireikingarnar ganga væl 🙂

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.