Um nýggjárshaldið í Vági

Nyggjar_UVNolsoeMiðskeiðis í 1960’árunum tóku ungir vágbingar saman hendur til tess at skipa fyri nýggjárshaldið her í bygdini. Ætlanin var upprunaliga at fáa eina siðvenju í lag, sum kundi miðsavna vágbingar burturi og heima ár undan ári hetta eina kvøldið.

Alt frá byrjanini er haldið nýggjársaftan vorðið alsamt størri og størri. Ein partur er hin stórfingna nýggjársveitslan, sum í nógv ár var ein fastur táttur, har bygdafólkið trúfast kom saman til eina løtu í gaman og álvara. Sum skaldið NePtuN á sinni kvað:

Ein er myndin í huga mær,
hon var í tí bygdini – vit hava kær.
Ei nýggjársaftan
eg sá so skaftan –
ið hvar eg var.

Ein annar høvuðspartur er kyndlagongan og bálið, sum brent verður á Trýkantinum á Sandinum. Seinast í 1960’árunum ognaði Nýggjársnevndin sær Trýkantin. Upprunaliga er plássið gamalt fiskapláss hjá Garðamonnum, og er sostatt søguligt í sjálvum sær.

Í sambandi við fyrireikingarnar til nýggjárshaldið ár 2000 í Vági, fekk Nýggjársnevndin í samstarvið við Vágs Býráð, skipað soleiðis fyri, at Trýkanturin varð fríðkaður til tað prýði, hann er í dag. Samstundis varð standmynd reist nýggjárshaldinum í bygdini til minnis. Helgi Larsen í Vági evnaði og lat standmyndina. Standmyndin varð avdúkað hin 31. des. 1999 av Mogensi Dahl, formanni og undangongumanni í Nýggjársnevndini, ið meiri enn ein mansaldur. Ætlanin hjá Nýggjársnevndini við hesum tiltaki var at seta ein varða, sum gerst eitt varandi minni um ta siðvenju, samanhald og fyriskipan, sum altíð hevur eyðkent nýggjárshaldið í Vági.

Nýggjárshaldið í Vági hevur í dag eina spennandi skrá, sum byrjar við ókeypis morgunmat nýggjársaftan. Skipað verður tá eisini fyri kirkjurenning – renna, súkla og til gongu – millum Vágs og Porkeris kirkju. Um kvøldið er kyndlagonga fyri menn og kvinnur. Á Tríkantinum er stórt bál, har bátur skrýddur við drekastevni og vardur av brynjum verður brendur, meðan Føroya størsta fýrverk prýður himmalin meðan dunini ljóða um dalar og fjøll kring Vágsfjørð. Um náttina er stórdansur á Eiðinum bæði fyri yngra ættarliðið og tey tilkomnu.

Lukket for kommentarer.