Aftur í ár verður tiltak fyri børn og ung nýggjársaftan, tá Bubu, Danny frá Danny & the Veetos og Ingi Poulsen á pall í VB-húsinum at undirhalda, spæla og syngja. Tiltakið byrjar kl. 13
Kategori: Tíðindi
Kirkjurenning úr Vági og til Porkeris nýggjársaftan
Veðurforsøgnirnar eru ikki góðar, men kortini stendur kirkjurenningin á skránni nýggjársaftan í Vági.
Morgunmatur nýggjársaftan
Sum vant, so eru øll hjartaliga vælkomin til ókeypis morgunmatin í Billardhúsinum frá kl. 10 til kl. 12 nýggjársaftansmorgun.
Fyrireikingarnar ganga væl
Ferð er í hesum døgum á fyrireikingunum til nýggjárshaldið í Vági. Sum vant hjálpa nógv fólk til.
Faklarnir til menn og kvinnur eru lidnir. Blikkini eru klár og heiðursportrini við. Gjørt verður klárt at prýða bátin við drekahøvdi og skjøldrum.
Í Billardhúsinum verður gjørt klárt til morgunmatin. Í VB–húsinum og Vágs Høll til dansin.
Jú, fyrireikingarnar ganga væl 🙂
Forsøla av atgongumerkjum til nýggjársdansin
Leygardagin 29. desember verð vit á Torginum í Vági frá kl. 12 til kl 15 og selja atgongumerkir til nýggjársdansin ?????
Keyp fyri 1.000 kr. í fýrverki og fá lutaseðil
Keypir tú fyri 1.000 kr. ella meiri, so fær tú ein lutaseðil uppá hetta “battaríið” (myndin).
Senda eisini filmin út í heim !
Stórur áhugi er fyri filminum um nýggjárið í Vági – ikki minst uttanlands. Tilber at senda okkum eini boð her á Facebook-síðuni við navn, adressu og talið av filmum, tú ynskir, og so fær tú boð aftur um hvussu gjaldast kann – og filmurin verður sendur til tín í januar.
Nú er hann her, filmurin um nýggjárið í Vági
Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum.
Stórur nýggjársdansur í Vági
Nýggjárshaldið í Vági, tað størsta í landinum, bjóðar aftur í ár til stórdans í Vágs Høll og í VB-húsinum.