
Leygardagin 29. desember verð vit á Torginum í Vági frá kl. 12 til kl 15 og selja atgongumerkir til nýggjársdansin ?????

Leygardagin 29. desember verð vit á Torginum í Vági frá kl. 12 til kl 15 og selja atgongumerkir til nýggjársdansin ?????

Keypir tú fyri 1.000 kr. ella meiri, so fær tú ein lutaseðil uppá hetta “battaríið” (myndin).
Stórur áhugi er fyri filminum um nýggjárið í Vági – ikki minst uttanlands. Tilber at senda okkum eini boð her á Facebook-síðuni við navn, adressu og talið av filmum, tú ynskir, og so fær tú boð aftur um hvussu gjaldast kann – og filmurin verður sendur til tín í januar.
Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum.

Nýggjárshaldið í Vági, tað størsta í landinum, bjóðar aftur í ár til stórdans í Vágs Høll og í VB-húsinum.

Vanligi fundurin um fyrireiking av nýggjárshaldinum í Vági verður tórsdagin 27. des. kl. 17.00 í Stóra Pakkhúsi.

Nýggjársdansurin í Vági gerst størri og størri ár um ár og telist helst millum allarstørstu dansitiltøk í landinum. Í ár eru vit sera fegin um at bjóða Danny Baldursson (frá Danny and The Veetos) og Inga Poulsen vælkomnum sum gestasangarum til nýggjársdansin.
Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. -Og í Vági verður stórur dentur lagdur á, at tað skal verða okkurt fyri allar aldursbólkar á Føroya størsta nýggjárshaldi.