Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. -Og í Vági verður stórur dentur lagdur á, at tað skal verða okkurt fyri allar aldursbólkar á Føroya størsta nýggjárshaldi.
Kategori: Tíðindi
Eyðun, Kim & Terji á Nýggjárunum í Vági
Fyrireikingarnar til Føroya størsta nýggjárshald hava verið ígongd í nakrar mánaðir og tekur skráin nú skap. Til dansin á nýggjárum spæla Eyðun, Kim & Terji.
Sóknast eftir gomlum filmsupptøkum og myndum
Í samband við at filmur verður gjørdur um Nýggjárshaldið í Vági, sóknast Nýggjársnevndin eftir gomlum filmsupptøkum og myndum frá Nýggjárshaldinum í Vági.
Fólk frá minst 9 londum til Nýggjárshaldið í Vági
Nýggjárshaldið í Vági hevur neyvan eydnast betur og verið vakrari enn tað var hesuferð. Veðrið var av tí besta og teir útvið 160 faklarnir vóru byrjanin til eitt stórsligið kvøld kring Tríkantin á Sandinum, har skrýddur nýggjársbátur stóð klárur at brenna.
Tíðin rennur sum streymur í ár
Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður, eins og siðvenja er, sungin, áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.
Meistaraverk klárt til seinastu ferðina
Enn eitt meistaraverk, sum Jakob Skaaning er upphavsmaður til, við góðari hjálp frá Ingi Hansen
Gera film um Nýggjárshaldið í Vági
Í fleiri ár hevur verið umrøtt ætlan um at fáa skjalfest søguna hjá Nýggjárshaldinum í Vági. Tosað hevur verið um bókaútgávu, men skjótt varð komið eftir, at filmurin uttan iva er besti hátturin at siga søguna um Nýggjárshaldið í Vági.
Nýggjársmorgunmatur kl. 10
Øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis morgunmatin í Billardhúsinum frá kl. 10 til kl. 12 nýggjársaftansmorgun.
Selja fýrverk í Handverkarahúsinum í Vági
Nýggjársnevndin og FC Suðuroy selja fýrverk í Handverkarahúsinum í Vági. Opið er 30. desember frá kl. 10 til kl. 20.
Skráin fyri Nýggjárshaldið í Vági
Skráin fyri Nýggjárshaldið í Vági byrjar kl. 10 nýggjársaftansmorgun.