Tríkanturin

Nýggjar 2014Trikanturin á Sandinum er sjálvt hjartað í nýggjárshaldinum í Vági. Tað er her fólk í túsundatali savnast ár um ár á ársins síðstu nátt. Tað er her skilfólk hálsfevnast, vinir taka lógvatak, tey ósamdu eru samd og senda hvørjum øðrum eitt smíl – her tú hittur fólki, sum tú hevði gloymt vóru til, tí á nýggjárum leita okur aftur á Tríkantin á Sandinum, um ikki hvørt ár, so í øllum førum eina ferð í lívinum.

Tá Trikanturin varð keyptur í 1969
Ein dagin Mogens Dahl var á veg vestur í grótbrotið á Eiðinum, sjálvandi á súkklu, sá hann okkurt var uppsligið á pelan vesturi við Misá. Tá hann hevði lisið, kúvendi hann úteftir aftur, tí nú var illa vorðið. Tríkanturin, sum okur brendu bál á, stóð til sølu, so her mátti okkurt gerast, men hvat, onki oyra var í kassanum.

Ná, men Trikanturin kundi ikki gleppa okkum av hondum kortini, tað vóru okur púra samdir um, so Mogens fer niðan til pápa sín, Johan Dahl, stjóra á Gørðunum, og bjóðaði 6.000,- kr. fyri Tríkantin.

“Hvat sigur tú drongur, eiga tykur nakrar pengar at keypa fyri?”. “Ja, okur mugu so keypa Tríkantin, tí annars hava okur onki at brenna bál á.”

Nei, 6.000,- kr. er ov lítið helt hin gamli, so Mogens var skjótur at leggja meiri á og tá hann var komin til 9.000,- kr., helt hin gamli fyri, at hetta var í lagi, tí tað var til eitt gott endamál.

Nú vóru okur í trongum skóm, tí Tríkanturin skuldi gjaldast og onki oyra var at gjalda við. Her mátti fara til arbeiðis og skjótt høvdu okur goldið tað, Tríkanturin kostaði.

Tríkanturin fríðkaður

Í sambandi við fyrireikingarnar til nýggjárshaldið um aldamóti 2000 , fekk Nýggjársnevndin í samstarvið við Vágs Býráð, skipað soleiðis fyri, at Tríkanturin varð fríðkaður til tað prýði, hann er í dag. Samstundis varð standmynd reist nýggjárshaldinum í bygdini til minnis. Helgi Larsen í Vági evnaði og lat standmyndina.

Standmyndin varð avdúkað hin 31. des. 1999 av Mogensi Dahl, formanni og undangongumanni í Nýggjársnevndini, ið meiri enn ein mansaldur. Ætlanin hjá Nýggjársnevndini við hesum tiltaki var at seta ein varða, sum gerst eitt varandi minni um ta siðvenju, samanhald og fyriskipan, sum altíð hevur eyðkent nýggjárshaldið í Vági

Lukket for kommentarer