
Seinastu árini eru fleiri av stóru undangongumonnunum og -kvinnunum handan nýggjárshaldið í Vági farin í annað ljós.
Seinastu árini eru fleiri av stóru undangongumonnunum og -kvinnunum handan nýggjárshaldið í Vági farin í annað ljós.
Ár um ár leggja fólk úr øllum landinum og fólk uttan úr heimi leiðina til Vágs á ársins síðsta degi – og er tað sjálvsagt stórsligna nýggjárshaldið í Vági, sum dregur. Eftir tvey ár har Corona-farsóttin ávirkaði verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá.
Les meiraEins og undanfarin ár, selur Nýggjársnevndin í Vági fýrverk hetta fram til nýggjárs. Selt verður í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Les meiraSum vant verður nógv gjørt burturúr á nýggjárinum í Vági. Umframt morgunmat og rørslu frá morgunstundini, gongutúr eftir døgurða og stóra tiltakið um midnáttarleitið, so verður sjálvandi eisini tiltak fyri børnini.
Les meiraNýggjárshaldið í Vági telist millum størstu tiltøk í landinum. Ein partur av tiltakinum er stórdansur á Eiðinum og soleiðis verður eisini í ár.
Les meiraSeinastu tvey árini hava vit alt ov tíðliga mist nøkur av undangongufólkunum í nýggjárshaldinum í Vági – og fara vit at minnast tey nýggjársaftan.
Áðrenn sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin kring bátin á Tríkantinum, verður 1 minuttur tøgn, har vit m.a. minnast Hans í Líðini, Kaj Joensen (Kaj í Líðini), Torgerð Suðuroy og Ova Heinesen (sum andaðist í fjør).
Nýggjársaftan er ein av stóru døgunum í Vági og umframt spennandi skrá kring midnáttarleitið, so er nú eisini útikonsert við Miðlatún komið á skránna nýggjársaftan.
Les meiraEitt av kendu tiltøkunum á nýggjárunum í Vági er faklagongan vestur gjøgnum býin, kring Sandin og útaftir á Tríkantin har ein dreka-skrýddur bátur við skjøldrum stendur klárur at fara sína seinastu ferð.
Les meiraNýggjárshaldið í Vági er helst tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum, sum ár undan ári dregur fólk til Vágs á ársins síðsta degi. Í fjør varð nýggjárshaldið merkt av koronastøðuni, soleiðis verður lutvíst eisini í ár, hóast stórir partar av kendu skránni verða gjøgnumførdir sum vant.
Les meiraNýggjársnevndin í Vági selur fýrverk í Stóra Pakkhúsi í Vági frá 27. Desember til 31. Desember.
Les meira