Tiltak fyri børn og ung nýggjársaftan

Aftur í ár verður tiltak fyri børn og ung nýggjársaftan.

Í fjør gjørdist eitt nýtt tiltak partur av nýggjárshaldinum í Vági, tá ein spennandi konsert var í VB-húsinum. -Og í ár verður eitt enn størri tiltak fyri børn og ung í VB-húsinum.

Nýggjársaftan fara Bubu, Danny frá Danny & the Veetos og Ingi Poulsen á pall í VB-húsinum at undirhalda, spæla og syngja. Eftir tiltakið ber eisini til at taka myndir saman við Bubu, Danny og Inga.

Tiltakið byrjar kl. 13 – og meiri verður at frætta um atgongumerkjasøluna seinni.

Á nýggjárinum í Vági er okkurt fyri øll 🙂

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.