Eins og undanfarin ár selur Nýggjársnevndin fýrverk í VILT-húsinum á Marknoyri. Sølan byrjar 28. desember.
Kategori: Tíðindi
Byrja at smíða faklar 28. des.
Ónsdagin 28. des. kl. 13 verður byrjað at smíða faklar í kjallaranum í Stóra Pakkhúsi.
Faklagongan á nýggjárum
Áhugin fyri at ganga við fakli á nýggjárum er sera stórur. Bæði menn og kvinnur ganga við fakli á nýggjárum í Vági.
Fundur um nýggjárshaldið 3. jóladag
Vanligi fundurin um fyrireiking av nýggjárshaldinum í Vági verður 3, jóladag kl. 18.00 í Stóra Pakkhúsi.
DANNY & THE VEETOS EISINI TIL VÁGS Á NÝGGJÁRUNUM
Dansurin á nýggjárunum í Vági í ár verður tann størsti nakrantíð. Umframt All That Rain og Hans Jacob & Vinmenn, so fara Danny & The Veetos eisini á pall í Vágs Høll á nýggjárunum í Vági.
HANS JACOB & VINMENN Í VB-HÚSINUM NÝGGJÁRSAFTAN
Stórur dentur er lagdur á, at á nýggjárunum í Vági skal okkurt verða fyri øll !
Umframt All That Rain, sum spæla til dans í Vágs Høll, fara besti dansitónar í landinum at runga í VB-húsinum nýggjársaftan, har Hans Jacob & Vinmenn fara á pall.
ALL THAT RAIN spæla til dansin
ALL THAT RAIN spæla til dansin á nýggjárunum í Vági.
FØROYA STØRSTA NÝGGJÁRSHALD endar aftur í ár við einum braki í Vágs Høll.
Til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági
Nýggjárshaldið í Vági fær alsamt størri áhugað uttanlands og er tað vorðið alsamt meiri vanligt, at útlendsk ferðafólk kom til Vágs á nýggjárum, soleiðis var eisini í ár.
Gott nýggjár og takk fyri hjálpina
Nýggjársnevndin ynskir øllum gott nýggjár. Eisini vilja okur nýta høvið at takka øllum fyri hjálpina. Uttan hjálp til fyrireiking og uppseting, fólk á staðnum meðan tiltøkini eru, og hjálp til niðurtøku og avrudding, so var onki nýggjárshald í Vági.
Tíðin rennur sum streymur í á
Sálmurin Tíðin rennur sum streymur í á verður sungin kring nýggjársbálið. Sálmurin er niðanfyri.