Kirkjurenning nýggjársaftan

Nýggjársaftansmorgun kl. 10 er árliga og afturvendandi tiltakið Kirkjurenning á skránni. Hetta er 7. ferð at Kirkjurenning er á skránni nýggjársaftan. Ætlanin er, at runni verður frá Vágs Kirkju út til Kirkjuna í Porkeri og innaftur til Vágs.


Teinurin er umleið 8 km, og er hópurin, sum hevur runnið, gingið, súkkla og trilla bara vaksin ár um ár. Í fjør vóru tað 52 sum gingu, runnu og súkla teinin.

Aftaná liggur væl fyri at fáa gott prát, tá ið nýggjársnevndin í Vági bjóðar til morgunmatarborð í Billardhúsinum.

Øll eru vælkomim. Byrjað verður við Vágs kirkju kl. 10.

Bookmark permalink.