Útikonsert við Miðlatún kl. 16 nýggjársaftan

Nýggjársaftan er ein av stóru døgunum í Vági og umframt spennandi skrá kring midnáttarleitið, so er nú eisini útikonsert við Miðlatún komið á skránna nýggjársaftan.

Klokkan 16.00 fara Hans Jacob Hjelm, Ingi Poulsen og Fríði Sigmundarson at syngja og spæla frammanfyri Miðlatún – og kemur Finn Johannesen at verða toastmaster.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið uttanfyri Miðlatún kl. 16 – mint verður á corona-tilmælini.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.