Faklagonga við monnum og kvinnum

Eitt av kendu tiltøkunum á nýggjárunum í Vági er faklagongan vestur gjøgnum býin, kring Sandin og útaftir á Tríkantin har ein dreka-skrýddur bátur við skjøldrum stendur klárur at fara sína seinastu ferð.

Aftur í ár fer stórt hundrað lið av monnum og kvinnum at ganga við faklum gjøgnum Vág. Menninir byrja við Vágs Skipasmiðju og kvinnurnar við Meinigheitshúsið. Sum vant, so byrjar faklagongan við Skipasmiðjuna kl. 23.45. Talið av faklum er avmarkað, so tað ræður um at møta í góðari tíð.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.