Sálmurin Tíðin rennur sum streymur í á verður sungin kring nýggjársbálið. Sálmurin er niðanfyri.
Tíðin rennur sum streymur í á
1. Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
2. Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?
3. Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.
4. Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.
5. Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, –
himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892.
Lag: Sl. 332 a og b.