Gott nýggjár og takk fyri hjálpina

Nyggjar2015-16 Bjarni JohansenNýggjársnevndin ynskir øllum gott  nýggjár. Eisini vilja okur nýta høvið at takka øllum fyri hjálpina. Uttan hjálp til  fyrireiking og uppseting, fólk á staðnum meðan tiltøkini eru, og hjálp til niðurtøku og avrudding, so var onki nýggjárshald í Vági.

Nýggjárshaldið í Vági 2015/2016 eydnaðist væl. Øll tiltøkini kring nýggjárshaldið vóru sera væl vitjaði og aftur í ár vóru út við 150 fólk við í faklagongdini.

Á netinum hevur áhugin fyri nýggjárshaldinum eisini verið stórur. Vikuna fram til og við nýggjársaftan vóru smá 20.000 vitjandi inni á Facebook-profilinum og her á heimasíðuni. Umframt útisetar og vitjandi úr øllum landinum, so høvdu fremmandafólk úr Mið-evropa eisini leitað sær til Vágs at uppliva stórslidna nýggjárshaldið.

Stórslidnu myndina av brennandi bátinum, við drekanum, sum Jakob Skaaning gjørdi, tók Bjarni Johansen.

Fleiri myndir, sum Bjarni Johansen, Reidar F. Joensen og Niels Jacob Eysturberg hava tikið, eru at finna á Facebook-síðuni hjá nýggjársnevndini her.

Niðanfyri er filmsbrot, sum Gianfranco Nonne, italiumaðurin, sum býr í Vági, tók nýggjársaftan.

 

Bookmark permalink.