Nýggjársmynd frá CNN til Avstralia

Bátur ReidarÍ 2013 var myndin hjá Reidar F. Joensen av brennandi bátinum á nýggjárum í Vági við í CNNs New Years Eve Celebration og nú verður myndin eisini partur av framsýning hinumegin knøttin, á oynni Magnetic Island í Queensland í Avstralia.


Herfyri setti Bryony Barnet, sum er sjálvboðin við Magnetic Island Museum, í Queensland í Avstralia seg í samband við Reidar F. Joensen. Bryony greiddi frá, at hon á CNN hevði sæð myndina av brennandi nýggjárs-bátinum í Vági á heimasíðuni hjá CNN, CNN.com. Hon hevði eisini funnið útav, at myndamaðurin var Reidar F. Joensen og setti seg í samband við Reidar á facebook.

Í samskifti teirra millum hevur Reidar givið loyvið til at myndin verður brúkt á framsýning á Magnetic Island Museum. Talan er um eina framsýning undir heitinum ”Up in flames”, sum letur upp í februar 2016. Myndin verður sum so ikki brúkt í nýggjárshøpi, men sum partur av framsýning um bátar og skip, sum eru farnar ”up in flames”.

Reidar hevur eisini greitt Bryony frá um um Føroyar og sent fleiri myndir úr Føroyum – áðrenn Bryony tók upp samband við Reidar visti hon als onki um Føroyar og gjørdist hon tí ikki sørt bilsin av at hoyra um vøkru oyggjarnar í Norðuratlantshavi. Bryony hevur tí eisini gjørt av, at í samband myndina hjá Reidar, verður stutt greitt frá um Føroyar.

Reidar er fegin um og heldur tað verða sera stuttligt, at myndin, sum hann tók av brennandi nýggjársbátinum fyrst rakk inn í sjónvarpið hjá CNN og nú eisini verður við á framsýning í Avstralia.

Niðanfyri eru kort og myndir frá Magnetic Island.

Magnetic Island map Magnetic-Island-map1 Florence Bay Bátur Reidar Horseshoe Bay

Bookmark permalink.