Vágur hevur verið nýggjársbygd burturav, og seinastu árini hevur verið gjørt enn meira burturúr, soleiðis at hugnin og veitslan gerst enn betri og fjølbroyttari.
Kategori: Tíðindi
Útlendsk fjølmiðlafólk til Vágs á nýggjárinum
Nýggjárshaldið í Vági er uttan iva tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum. Hvørt ár leita hundraðtals fólk sær til Vágs á nýggjárinum at uppliva hetta forkunnuga tiltak á ársins síðstu nátt.
Danny & Páll úr Danny & the Veetos í Vági á nýggjárinum
Ein av kendastu bólkum í Føroyum seinastu árini er Danny & the Veetos, og á nýggjárinum fara Danny & Páll úr Danny & the Veetos eisini á pall í Vági á nýggjárinum.
Norrøna Dansband í Vági á nýggjárinum
Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. Og Nýggjársnevndin í Vági er sera fegin um at kunna boða frá, at umframt Jens Marni Band, so fara Norrøna Dansband at spæla til dans á nýggjárinum í Vági.
Les meira
JENS MARNI BAND spæla til dansin á nýggjárinum í Vági
Føroya størsta nýggjárshald verður aftur í ár endað við manér, tá JENS MARNI BAND spælir til dansin í Vágs Høll.
Takk fyri hjálpina!
Metstór luttøka til kirkjurenningina nýggjársaftan
Nýggarsaftansmorgun vóru omanfyri 70 fólk møtt við Vágskirkju, har árliga kirkjurenningin var á skránni.
Drone-upptøkur av nýggjárshaldinum í Vági
Nýggjárshaldið í Vági er uttan samanbering tað størsta í landinum og nógv verður eisini gjørt burturúr at vísa umheiminum hvussu fantastiskt nýggjárshaldið í Vági er. Reidar F. Joensen hevði nýggjársaftan beinleiðis upptøkur frá dronu, sum fleyg í 3-400 m. hædd og filmaði niður yvir faklagongu, bál og fýrverk.
Alsamt fleiri útlendingar til nýggjárshald í Vági
Nýggjárshaldið í Vági er ikke bara kent um alt Føroyaland, nei, umvegis bæði CNN, danskar miðlar, framsýning í Avstralia, og ikki minst internetið, er nýggjárshaldið í Vági vorðið kent um allan heim.
Báturin klárur til seinastu ferðina
So er báturin klárur til sína seinastu ferð í kvøld, prýddur við dreka og skjøldrum, sum Jakob Skaaning aftur í ár meistarliga hevur staðið fyri.