Metstór luttøka til kirkjurenningina nýggjársaftan

Nýggarsaftansmorgun vóru omanfyri 70 fólk møtt við Vágskirkju, har árliga kirkjurenningin var á skránni.

Veðrið hendan seinasta dag á árinum var sera gott, stilt, kalt og lítið lot, so umstøðurnar vóru góðar til ein frískan túr.

Hvistan, sum er rørslufelagið í Suðuroynni, hjálpti til við at fáa fólk í øllum aldri við til tiltakið. Tey, sum vóru við vóru heilt frá teim allar yngstu í barnavogni og til fólk í 70 ára aldrinum.

Byrjað var við felagsmynd og kunning um tiltakið. Síðani var farið avstað og alt gekk væl, hóast nakað av hálku var tá ið komi var til Porkeris, so vóru øll aftur við Vágs kirkju 1 tíma og 15 minuttir seinni. Eftir tað varð boðið til morgunmat í Billardhúsinum.

 

Bookmark permalink.