
Barnatiltak á nýggjárunum

Section fer á pall í VB-húsinum og er hetta fyrstu ferð í langa tíð, at Section spælir til dans í VB-húsinum. Section spælir góðan dansitónleik.
Sera vælumtókti bólkurin RSP fer eisini á pall í Vágs Høll á nýggjárunum.
Eins og undanfarin ár, selur Nýggjársnevndin í Vági fýrverk. Selt verður í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Tey, sum keypa fyri meiri enn 500 kr. eru við í lutakasti um eitt fýrverks-battarí.
Opið er soleiðis:
28., 29. og 30. des. kl. 14-20.
31. des. er stongt
Vanligi fundurin um fyrireiking av nýggjárshaldinum í Vági verður ónsdagin 27. des. kl. 17.00 í Stóra Pakkhúsi.
Øll, sum hava hug at hjálpa til við fyrireikingunum av nýggjárshaldinum í Vági eru vælkomin.
Seinastu árini eru fleiri av stóru undangongumonnunum og -kvinnunum handan nýggjárshaldið í Vági farin í annað ljós.
Ár um ár leggja fólk úr øllum landinum og fólk uttan úr heimi leiðina til Vágs á ársins síðsta degi – og er tað sjálvsagt stórsligna nýggjárshaldið í Vági, sum dregur. Eftir tvey ár har Corona-farsóttin ávirkaði verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá.
Les meiraEins og undanfarin ár, selur Nýggjársnevndin í Vági fýrverk hetta fram til nýggjárs. Selt verður í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Les meiraSum vant verður nógv gjørt burturúr á nýggjárinum í Vági. Umframt morgunmat og rørslu frá morgunstundini, gongutúr eftir døgurða og stóra tiltakið um midnáttarleitið, so verður sjálvandi eisini tiltak fyri børnini.
Les meira