Seinastu árini eru fleiri av stóru undangongumonnunum og -kvinnunum handan nýggjárshaldið í Vági farin í annað ljós.
Í mars ár fór ein av okkara kæru, Niels við Gjógvará, sum í nógv ár var ein tann drúgvasta eldsálin í nýggjárshaldinum í Vági.
Serliga var Niels ótroyttiligur, tá komið varð til at skipa fyri nýggjársveitslu, -skemtu og samanhaldinum í felagnum.
Tá komið er kring bálið um midnáttarleitið í kvøld, verður tøgn í 1 minutt til minnis um Niels við Gjógvará áðrenn sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin.
Tíðin rennur sum streymur í ár
- Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla. - Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur? - Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda. - Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi. - Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, –
himnastrond fyri stavni.