Eyðun, Terji og kim fara á pall í Vágs Høll á nýggjárunum.
Vágur er nýggjársbygd burturav og síðani miðskeiðis í 1960árunum hevur verið gjørt nógv burturúr nýggjárshaldinum í Vági, og soleiðis er framvegis í dag.
Nýggjárshaldið í Vági er millum størstu tiltøk í landinum, og fevnir nýggjárshaldið um morgunmat, barnatiltøk um dagin, faklagongu, bál og stórt fýrverks-show um midnáttarleitið og stórdans á Eiðinum út á náttina.
Nýggjársnevndin í Vági hevur øll árini lagt seg eftir, at tað til nýggjárshaldið í Vági skal verða okkurt fyri øll. Fyrireikingarnar til nýggjárshaldið í Vági hava verið í gongd í fleiri mánaðir og um dagarnir boðaði Nýggjársnevndin frá stórdansinum á Eiðinum í ár.
Sum vant verður dansur bæði í Vágs Høll og í VB-húsinum. Í Vágs Høll fara Eyðun, Terji og Kim á pall og harumframt fer vælumtókti bólkurin RSP eisini at spæla til nýggjársdansin í Vágs Høll. Í VB-húsinum verður góður dansur við bólkinum Section, sum eisini var á palli til Ljósfestina í Vági í summar.