Stórdansur í Vági nýggjársaftan

DansurVágsHøll2015Stórdansurin nýggjársaftan í Vági hevur verið skipaður undir heitinum “Í Vági er okkurt fyri øll nýggjársaftan !”, og soleiðis verður eisini í ár.

Í Vágs Høll verður dansur fyri yngra ættarliðið, har Jens Marni og Kim Hansen Band spælir. Í VB-húsinum verður dansur fyri tey meiri tilkomnu, har Norrøna Dansband og Hans Jacob Hjelm spæla til dans.

Vanligt er, at yngru og tilkomnu ættarliðini hugna sær saman á nýggjárinum í Vági, og skipanin við tveimum dansum á sama staðið hevur eisini virkað framúr gott, til gleði fyri øll.

Lagt er upp til eitt fantastiskt kvøld nýggjársnátt á Eiðinum í Vági.

Bookmark permalink.