Skráin nýggjársaftan

Nýggjár 2007aSkráin nýggjársaftan í Vági er sum altíð sera spennandi og fjøltáttað. Byrjað verður við morgunmati og endað verður við dansi í Vágs Høll og VB-húsinum. Skráin er niðanfyri.

Kl. 10.00 Nýggjársrenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur.
Kl. 10.00 – 12.00 Nýggjársnevndin í Vági bjóðar ókeypis morgunmat í Ungdómshúsinum (Bridge- og Billardhúsinum). Torgið stuðlar morgunmatinum.
Kl. 11.00 – 17.00 Fýrverkssøla í Vilt-húsinum á Marknoyri.
Kl. 23.45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar við Meinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestureftur.
Kl. 00.00 Bál og stórt fýrverkshow á Tríkantinum á Sandinum

Aftaná bálið verður stórdansur í Vágs Høll, har Jens Marni og Kim Hansen band spæla, og í VB-húsinum, har Norrøna Dansband og Hans Jacob Hjelm spæla.

Bookmark permalink.