Nýggjárshaldið í Vági er uttan samanbering tað størsta í landinum og nógv verður eisini gjørt burturúr at vísa umheiminum hvussu fantastiskt nýggjárshaldið í Vági er. Reidar F. Joensen hevði nýggjársaftan beinleiðis upptøkur frá dronu, sum fleyg í 3-400 m. hædd og filmaði niður yvir faklagongu, bál og fýrverk.
Kategori: Tíðindi
Alsamt fleiri útlendingar til nýggjárshald í Vági
Nýggjárshaldið í Vági er ikke bara kent um alt Føroyaland, nei, umvegis bæði CNN, danskar miðlar, framsýning í Avstralia, og ikki minst internetið, er nýggjárshaldið í Vági vorðið kent um allan heim.
Báturin klárur til seinastu ferðina
So er báturin klárur til sína seinastu ferð í kvøld, prýddur við dreka og skjøldrum, sum Jakob Skaaning aftur í ár meistarliga hevur staðið fyri.
Nýggjárshaldið LIVE á internetinum
Í kvøld, um midnáttarleitið, verða fleiri møguleikar at fylgja nýggjárshaldinum í Vági á internetinum. Send verður beinleiðis frá DRONU, frá VEVMYNDATÓLI, og umvegis FACEBOOK LIVE.
Myndaboks til nýggjársdansin
Myndaboks verður við til nýggjársdansin í Vági, sum verður á Vágs Høll og í VB-húsinum. Tak myndir av tær og tínum vinum á hesu ársins síðstu nátt.
Morgunmatur nýggjársaftan
Nýggjársaftansmorgun (31. des.) kl. 10.00 bjóðar Nýggjársnevndin í Vági morgunmat í Bridge- og Billardhúsinum.
Kirkjurenning nýggjársaftan
Nýggjársaftansmorgun kl. 10 er árliga og afturvendandi tiltakið Kirkjurenning á skránni. Hetta er 7. ferð at Kirkjurenning er á skránni nýggjársaftan. Ætlanin er, at runni verður frá Vágs Kirkju út til Kirkjuna í Porkeri og innaftur til Vágs.
Selja fýrverk í VILT-húsinum
Eins og undanfarin ár selur Nýggjársnevndin fýrverk í VILT-húsinum á Marknoyri. Sølan byrjar 28. desember.
Byrja at smíða faklar 28. des.
Ónsdagin 28. des. kl. 13 verður byrjað at smíða faklar í kjallaranum í Stóra Pakkhúsi.
Faklagongan á nýggjárum
Áhugin fyri at ganga við fakli á nýggjárum er sera stórur. Bæði menn og kvinnur ganga við fakli á nýggjárum í Vági.