
Nýggjárshaldið 2019/2020 eydnaðist framúr væl, hóast veðurforsøgnin var heldur ivasom.
Les meiraJa, nú áðrenn ein fær vent sær, fara okur um gáttini inn í 2020, tað er sum um tað bara eru liðin 3-4 ár síðani okur fóru inn í ár 2000. Á nýggjárinum 2000 var jú Tríkanturin hjá Nýggjársnevndini steinsettur, innigirdur og tikin í brúk, har standmynd av faklaberarum eisini var avdúkað. Hesi 20 árini er liðin so ótrúðliga skjótt og nógv av teimum sum vóru við tá, eru farin um sýn og ferðast nú bert í minni okra.
Les meiraAftur í ár verður møguligt hjá vágbingum, útisetum og fólki annars, sum ikki hava møguleika at vera í Vági nýggjársaftan, at fylgja við, tá vágbingar í hundratali fara til gongu gjøgnum bygdina við kyndlum, vestur til Tríkantin, har prýddur bátur verður brendur og stórt fýrverkshow verður.
Les meiraSum vant verður nógv gjørt burturúr nýggjárshaldinum í Vági, sum hvør ár dregur til sín fólk úr øllum landinum og uttan úr Heimi. Skráin er eisini rúgvismikil.
Les meiraHETTA ER STÓRT! JA, KANSKA TAÐ STØRSTA NAKRANTÍÐ TIL ÁRSINS DANS!
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmunssen spæla í Vágs Høll saman við Showmenn !
Gleðið tykkum til eitt brak í Vágs Høll til ársins dans!