Klárt til størsta nýggjárshald í landinum

Ár um ár leggja fólk úr øllum landinum og fólk uttan úr heimi leiðina til Vágs á ársins síðsta degi – og er tað sjálvsagt stórsligna nýggjárshaldið í Vági, sum dregur. Eftir tvey ár har Corona-farsóttin ávirkaði verður nýggjárshaldið í Vági í ár aftur skipað við fullari skrá.

Les meira

Minnast tey, ið undan gingu

Seinastu tvey árini hava vit alt ov tíðliga mist nøkur av undangongufólkunum í nýggjárshaldinum í Vági – og fara vit at minnast tey nýggjársaftan.

Áðrenn sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin kring bátin á Tríkantinum, verður 1 minuttur tøgn, har vit m.a. minnast Hans í Líðini, Kaj Joensen (Kaj í Líðini), Torgerð Suðuroy og Ova Heinesen (sum andaðist í fjør).