Nýggjárshaldið í Vági er eitt av heilt stóru tiltøkunum í Føroyum, har vágbingar og vitjandi ár um ár hátíðarhalda at farið verður um ársskiftið, takka fyri brátt farna árinum og ynskja nýggja árinum vælkomnum.
Nýggjárshaldið fevnir vanlig ár um morgunmat, barnatiltøk, stóra faklagongu, stórum báli og ikki minst stóru fýrverks-showi á Tríkantinum í Vági, og vanlig ár verður farið á Eiðið, har dansur er bæði í VB-húsinum og í Vágs Høll.
Corona-støðan førdi í fjør við sær, at nýggjárshaldið í Vági varð munandi skert. Nýggjárshaldið í Vági verður tó í ár sum vant, men tað er tó longu nú greitt, at ongin dansur verður á nýggjárunum í Vági. Um aðrar broytingar verða, so verður tað lýst.
Skráin fyri nýggjárshaldið verður tøk um jólini, so tað er bara at fylgja við á heimasíðuni www.nyggjar.com og á facebook vanganum Nýggjárshaldið í Vági.