Nýtt skeltið á Tríkantinum

Í vikuni varð nýtt skeltið sett upp við Tríkantin í Vági. Talan er um eitt kunningarskeltið, sum greiðir frá um nýggjárshaldið í Vági og í stuttum um søguna handan nýggjárshaldið. 

Kunningarskeltið vísir á staðin, har serstaka nýggjárshaldið í Vági verður hildið ár um ár. Skeltið er eisini ætlað vitjandi, sum ynskja at vita meira um nýggjárið í Vági.

Kunningin á skeltinum er á bæði føroyskum og enskum, og skeltið er sett soleiðis upp, at føroyski teksturin hevur yvirvág. Føroyski teksturin hevur meiri kunning og lýsir týdningin, sum nýggjárshaldið hevur fyri Vág. Enski teksturin gevur útlendsku ferðafólkunum eina lýsing av, hvat nýggjárshaldið er og hvussu tað er skipað.

Myndin á skeltinum er ikki av sjálvum stórsligna fýrverkinum á nýggjárinum, men av tá vágbingar seta eld í bátin á midnátt nýggjársaftan. Myndina hevur Bjartur Vest tikið.

Skeltið er gjørt í samstarvi millum Visit Suðuroy og Nýggjársnevndina. Tangavirkið í Vági hevur gjørt rammuna og fest skeltið.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.