Aftur í ár verður møguligt hjá vágbingum, útisetum og fólki annars, sum ikki hava møguleika at vera í Vági nýggjársaftan, at fylgja við, tá vágbingar í hundratali fara til gongu gjøgnum bygdina við kyndlum, vestur til Tríkantin, har prýddur bátur verður brendur og stórt fýrverkshow verður.
Í ár verður tó ikki møguligt, at síggja nýggjári frá dronu upptøkum, men verður tað í staðin sent beinleiðis, til gongu saman við allari kyndlagonguni.
Og í ár verður tað livestreama gjøgnum Facsbook-síðuna hjá Visit Faroe Islands, trýst her
Tað er Reidar F. Joensen, sum stendur fyri LIVE-streamingini og vónar hann, at nógv fólk fáa gleði av stroymingini og kunnu liva seg til Vágs saman við øllum teimum, sum eru komin saman til nýggjárshaldið!