Seinastu tvey árini hava vit alt ov tíðliga mist nøkur av undangongufólkunum í nýggjárshaldinum í Vági – og fara vit at minnast tey nýggjársaftan.
Áðrenn sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin kring bátin á Tríkantinum, verður 1 minuttur tøgn, har vit m.a. minnast Hans í Líðini, Kaj Joensen (Kaj í Líðini), Torgerð Suðuroy og Ova Heinesen (sum andaðist í fjør).