Ja, nú áðrenn ein fær vent sær, fara okur um gáttini inn í 2020, tað er sum um tað bara eru liðin 3-4 ár síðani okur fóru inn í ár 2000. Á nýggjárinum 2000 var jú Tríkanturin hjá Nýggjársnevndini steinsettur, innigirdur og tikin í brúk, har standmynd av faklaberarum eisini var avdúkað. Hesi 20 árini er liðin so ótrúðliga skjótt og nógv av teimum sum vóru við tá, eru farin um sýn og ferðast nú bert í minni okra.
Tá nú aftur Nýggjárshald skal vera í bygdini, so sleppur ein ikki uttanum navnið Mogens Dahl, tí Nýggjárshaldið og Mogens vóru jú eitt og fari eg her við nøkrum fátøkum orðum, at minnast aftur á nýggjársnevndarformann okra ígjøgnum meira eina ½ øld.
Mogens var næstyngstur av 8 systkjum og vaks upp millum Garðabrúgv og Diasabrúgv, við gamla skúlalagið. Tað tíðina var alvorligt lív í bygdini og so íðani fult av børnum og ungdómi øll 50 árini og var Mogens ein teirra millum. Frá heilt ungum árum vísti hann stóran áhuga fyri øllum kríatúrum og hann hevði stóran alsk til seyð, gæs, dunnur, hønur, kálvar, hestar og so allar villini fuglar, sum bara hann, á sermerktan hátt, kundi fáa heilt inn á gólvið í seyðahúsinum á Kráabø. Og hetta sera nossliga seyðahúsið á Kráabø var karmur um lív hansara tey síðstu mongu árini og har høvdu okur vinir hansara, manga stuttligar løtur og tó eisini álvarsløtur saman.
Mogens var ógvuliga knáur og trossigur sum yngri og gloymi eg ikki, tá hann segði frá um tað ferðina hann bar eina 100 m. Stik-rullu av vegnum Vetsan Brekkur og heilt á Rávuna, uttan at steðga á. Hesa somu ferð, var tað eisini, ein annar vágbingur, sum gjørdi hetta sama bragd.
Mogens hevði tveir hundar tað eini tíðina og teir kallaðust Cap og Katia , serliga minnist eg Cap sum ein sera góðan seyðahund og var hann við Harra sínum allastaðni. Tó var tað so, at tá Mogens byrjaði at gera seg út til nýggjárshaldið og byrjaði at avprøva kanónskot v.m. tá rímdi Cap og var hann burtur í 3 -4 dagar til alt var yvirstaði. Hetta gjørdi hann á hvørjum ári og hvar hann goymdi seg hesar nýggjárstíð visti ongin.
Mogens fór sum ungur at læra í Garðasmiðjuni og var sendur einsamallur til Ulsteinsvik í Noregi har hann so var við at byggja línubátarnir Petur- og Magnus á Gørðunum, men tað sum flestu vágbingar minnast mogens fyri er Nýggjárhaldið í bygdini sum byrjaði í 1963/64. Her stó Mogens á odda, so at siga øll árini, fyri heimsins størstu nevnd, sum onkuntíð taldi upp í 50 fólk og hóast fleiri av teimum, sum vóru við frá byrjan , eru við enn, so kunnu okur bera Mogens eina stóra tøkk fyri, at alt riggarso væl og at Nýggjárshaldið í Vági er vorðið heimskent. Fyri nøkrum árum síðani vildi lagnan tað so, at Mogens gjørdist lungasjúkur og hevði hann tað ræðuliga ringt seinstu árini, tí hann fekk ikki tað luft sum honum trongdi og mátti tí javnan hava eyðka ilt v.m. Tá filmurin um nýggjárið var upptikin fyri tveimum árum síðani, var Mogens við á Tríkantinum, men longu nýggjárið 2018/19 var hann farin til annað stað, har hann kann anda frítt, uttan trupuleikar, men hóast hann er langt burtur, so er hann tó ljóslivandi okra millum um nýggjárið ! Og hann er eisini millum tykkum Hermanda, Búi, Karina, Jákup og Bjarta.
Sonurin Búði hevur nú tikið yvir sum Nýggjársnevndarformaður og sigast má at maður kemur í mann stað og soleiðis er lívsins gongd.
Henda nýggjársaftans morgun fara okur frá Nýggjársnevndini at minnast Mogens og tað hann stóð fyri, bygdini og samanhaldinum at gavni. Gott nýggjár til alt bygdafólki !!
Vágur, Nýggjáraftan 2019.
HíL.