Nýggjársdansurin í Vági telist millum allarstørstu dansitiltøkini í landinum. -Og í Vági verður stórur dentur lagdur á, at tað skal verða okkurt fyri allar aldursbólkar á Føroya størsta nýggjárshaldi.
Nýggjársnevndin í Vági er sera fegin um at kunna boða frá, at umframt Eyðun, Kim & Terja við orkestri, so fara Sunrise at spæla til dans á nýggjárunum í Vági.
Sunrise spæla framúr góðan dansitónleik og fara til Nýggjársdansinum á Eiðinum at spæla í VB-húsinum, meðan Eyðun, Kim & Terji spæla í Vágs Høll. -Hetta er ein liður í at skapa eitt tiltak, har ung sum tilkomin eru vælkomin í dans, tí verður eisini skipað fyri dansi bæði til yngru ættarliðini og til tey tilkomnu.
Á nýggjárunum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!
Nýggjárshaldið í Vági – eitt minni fyri lívið.