Faklagongan á nýggjárinum

Sum vant ganga menn og kvinnur við fakli á nýggjárinum í Vági – og áhugin er altíð stórur at ganga við fakli.

 

Tað er hvørt ár ein avbjóðing, at tað eru bara pláss til umleið 140 faklar á Tríkantinum, og av somu orsøk verða smíðaðir umleið 140 faklar. 100 faklar verða gjørdir til menn og umleið 40 faklar til kvinnur.

Vanligt er, at menn møta upp úti við Vágs Skipasmiðju, har faklagongan byrjar, og fáa fakkul har.

Kvinnur, sum ynskja at bera fakkul, skulu boðað frá hjá Báru Krosslá Mortensen á tlf. 584453.

Bookmark permalink.