Nýggjársaftansmorgun (31. des.) kl. 10.00 bjóðar Nýggjársnevndin í Vági morgunmat í Bridge- og Billardhúsinum.
Morgunmaturin er eitt afturvendandi tiltak, sum Nýggjársnevndin metir verða eina góða byrjan til eina nýggjárshaldið í Vági, sum telist millum tey størstu og søguríkastu í landinum.
Nýggjársnevndin heilsar, at øll eru hjartaliga vælkomin – og morgunmaturin er sjálvsagt ókeypis.
Aftur í ár er tað Torgið í Vági og Breyðkassin, sum stuðla við morgunmatinum.