
Eins og undanfarin ár selur Nýggjársnevndin fýrverk.
Les meiraHETTA ER STÓRT! JA, KANSKA TAÐ STØRSTA NAKRANTÍÐ TIL ÁRSINS DANS!
Eyðun Nolsøe og Terji Rasmunssen spæla í Vágs Høll saman við Showmenn !
Gleðið tykkum til eitt brak í Vágs Høll til ársins dans!
Aftur í ár verður tiltak fyri børn og ung nýggjársaftan, tá Bubu, Danny frá Danny & the Veetos og Ingi Poulsen á pall í VB-húsinum at undirhalda, spæla og syngja. Tiltakið byrjar kl. 13
Veðurforsøgnirnar eru ikki góðar, men kortini stendur kirkjurenningin á skránni nýggjársaftan í Vági.
Sum vant, so eru øll hjartaliga vælkomin til ókeypis morgunmatin í Billardhúsinum frá kl. 10 til kl. 12 nýggjársaftansmorgun.
Ferð er í hesum døgum á fyrireikingunum til nýggjárshaldið í Vági. Sum vant hjálpa nógv fólk til.
Faklarnir til menn og kvinnur eru lidnir. Blikkini eru klár og heiðursportrini við. Gjørt verður klárt at prýða bátin við drekahøvdi og skjøldrum.
Í Billardhúsinum verður gjørt klárt til morgunmatin. Í VB–húsinum og Vágs Høll til dansin.
Jú, fyrireikingarnar ganga væl 🙂