Stórdansur á Eiðinum á nýggjárunum

Nýggjárshaldið í Vági telist millum størstu tiltøk í landinum. Ein partur av tiltakinum er stórdansur á Eiðinum og soleiðis verður eisini í ár.

Eftir faklagongu, bál og fýrverksshow er stórur dansur á Eiðinum, har eitt sindur er fyri allir aldursbólkar, tí á pallin í Vágs Høll fara bæði Rox, Eyðun, Terji og Kim, og Ingi & Danny og í VB-húsinum spæla Hans Jacob & vinmenn.

So tað er bara at fyrireika seg til enn eitt framúr nýggjárshald í Vági.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.