Alsamt fleiri útlendingar til nýggjárshald í Vági

Nýggjárshaldið í Vági er ikke bara kent um alt Føroyaland, nei, umvegis bæði CNN, danskar miðlar, framsýning í Avstralia, og ikki minst internetið, er nýggjárshaldið í Vági vorðið kent um allan heim.

Í fjør vóru tvey ung vinfólk, sum bæði høvdu áhugað fyri myndatøku á nýggjárum í Vági. Í ár hava fleiri útlendingar hildið nýggjár í Vági. Millum annað vóru tveir bretskir vinmenn, sum vóru av Yorkshire leiðini í Vági á nýggjárum. Annar teirra býr í dag í Moskva og hevði eisini russisku unnustuna við, hin býr í Týsklandi, har hann er fótbólts-journalist á týskari fótbólts-netsíðu.

Í práti við tey nýggjársdag, søgdu tey, at tey høvdu ongantíð havt slíka uppliving sum hesa í Vági nýggjársaftan. “Do you know how amazing, outstanding and incredible your New Years Eve festivitis are? Have you told people around the world about this? It was just mindblowing.” – vóru nøkur av orðunum, tey brúktu.

Umframt útlendsk vitjandi, so eru hvor ár eisini heilt nógvir føroyingar , sum leggja leiðina til Vágs at uppliva nýggjárshaldið í Vági.

 

Myndina tók Niels Jacob Eysturberg nýggjársaftan 2017.

Bookmark permalink.