Nýggjárshaldið LIVE á internetinum

Í kvøld, um midnáttarleitið, verða fleiri møguleikar at fylgja nýggjárshaldinum í Vági á internetinum. Send verður beinleiðis frá DRONU, frá VEVMYNDATÓLI, og umvegis FACEBOOK LIVE.

Reidar F. Joensen fer at senda beinleiðis frá DRONU, sum fer at flúgva yvir Vági og senda beinleiðis frá kyndlagongu, báli og fýrverkinum. Leinkja til livestream hjá Reidar F. Joensen er her.

Eisini ber til at fylgja við á vevmyndatólinum hjá Vágs kommunu, sum eisini sendir “beinleiðis” úr Vági. Leinkja til vevmyndatólið er her.

Á Facebook síðuni hjá Nýggjárshaldinum í Vági verður eisini sent beinleiðis umvegis Facebook LIVE. Facebook síðan hjá Nýggjárshaldinum í Vági eitur “Nýggjárhaldið í Vági” – og finnur tú síðuna her.

Bookmark permalink.