Takk fyri hjálpina!

Nýggjárshaldið 2016/2017 eydnaðist heilt framúr væl. Dagurin í sínari heild var framúr góður og sjáldan hava so nógv fólk verið í Vági, sum nýggjársaftan 2016/2017.

Nýggjársnevndin ynskir øllum gott  nýggjár. Eisini vilja okur nýta høvið at takka øllum fyri hjálpina. Uttan stór tøk og nógva hjálp til  fyrireiking og uppseting, fyriskipan á staðnum meðan tiltøkini eru, og hjálp til niðurtøku og upprudding, so var onki nýggjárshald.

Okur gleða okkum til næsta ár !

 

Myndina tók Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar

Bookmark permalink.