Áhugin fyri at ganga við fakli á nýggjárum er sera stórur. Bæði menn og kvinnur ganga við fakli á nýggjárum í Vági.
Aftur í fjør vóru tað fleiri menn, sum ikki fingu faklar. Hetta er ein avbjóðing, sum ikki er einføld a loysa, tí tað er bara pláss til umleið 140 faklar inni á Tríkantinum.
100 faklar verða gjørdir til menn og í fjør vórðu umleið 50 faklar gjørdir til kvinnur.
Vanligt er, at menn møta upp úti við Vágs Skipasmiðju, har faklagongan byrjar, og fáa fakkul har.
Hinvegin hava kvinnur, sum ynskja at bera fakkul, boðað frá hjá Báru Krosslá Mortensen á tlf. 584453.