Stórdansurin nýggjársaftan í Vági hevur verið skipaður undir heitinum “Í Vági er okkurt fyri øll nýggjársaftan !”, og soleiðis verður eisini í ár.
Í Vágs Høll verður dansur fyri yngra ættarliðið, har Jens Marni og Kim Hansen Band spælir. Í VB-húsinum verður dansur fyri tey meiri tilkomnu, har Norrøna Dansband og Hans Jacob Hjelm spæla til dans.
Vanligt er, at yngru og tilkomnu ættarliðini hugna sær saman á nýggjárinum í Vági, og skipanin við tveimum dansum á sama staðið hevur eisini virkað framúr gott, til gleði fyri øll.
Lagt er upp til eitt fantastiskt kvøld nýggjársnátt á Eiðinum í Vági.