Kirkjurenning nýggjársaftan

Kirkjurenning Nýggjár 2014Afturvendandi heilsutiltakið Kirkjurenning verður nýggjársaftansmorgun kl 10.00.


Til ber at ganga, renna, súkla, trilla ella hvat einum nú listir frá Vágs kirkju og út til Porkeris kirkju og so heim aftur.

Aftaná tiltakið bjóðar Nýggjársnevndin í Vági til morgunmat í Billardhúsinum/Ungdómshúsinum.

Minnist til góð renniklæðir, handskar og húgvu – og so sjálvandi heita troyggju oa. til at skifta í eftir Kirkjurenningina.

Í fjør vóru tað 40 sum vóru við í tiltakinum.

Bookmark permalink.