3. jóladag kl. 17 verður fundur fyri øllum, sum eru áhugaði í at hjálpa til at fyrireika nýggjárshaldið í Vági.
Nógv skal fyrireikast til ársins størsta hald – og øll kunnu verða við, ung sum gomul og kvinnur og menn.
Blikk skulu gerast klár, faklar smíðast. Heiðursportrini skulu eisini gerast klár. Setast skal upp í Høllini og í VB-húsinum. Gerast skal klárt til morgunmatin í Billardhúsinum. Nýggjársaftan eru eisini ein ørgrynna av uppgávum, sum skulu loysast, so øll hjálp er kærkomin.
Øll, sum hava áhuga í at hjálpa til, verða biðin um at møta á fundi í Stóra Pakkhúsi 3. jóladag kl. 17.