Fyrireikingarnar til nýggjárshaldið í Vági hava verið ígongd síðani seint í summar og nú nærkast stóra tiltakið.
Eins og í fjør, so bendir alt á, at Covid19 farsóttin fer at ávirka nýggjárshaldið í Vági, men halda fyrireikingarnar tó áfram, soleiðis at okur øll fáa eitt stórt upplivilsi um ársskiftið 2021/2022 – við ella uttan avmarkandi corona-tilmælum.
Meiri verður sjálvsagt at frætta, tá tað nærkast nýggjársaftan.