Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” man fyri vágbingar og vitjandi í Vági nýggjárunum verða ein av stóru og kenslubornum løtunum við Tríkantinum á Sandinum nýggjársaftan.
Koronastøðan loyvir ikki tiltøkum á Tríkantinum á nýggjárunum, men nú veðrið nýggjársaftan sær út til at blíva gott hevur Nýggjársnevndin í Vági valt at royna eina annarleiðis útgávu av “Tíðin rennur sum streymur í á”.
Beint áðrenn midnátt, kl. 23.55, verður sálmurin sungin sum felagssangur í fjarstøðu. Nýggjársnevndin setur upp ljóðanlegg, sum fer at ljóma um allan fjørðin, og hevur biðið Hans Jacob Hjelm syngja fyri.
Heitt verður á øll um at koma út í tún, út á altanin ella inni í stovuni um at syngja við. Teksturin er niðanfyri.
Tíðin rennur sum streymur í á
Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?
Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.
Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.
Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á,
-himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892.
Lag: Sl. 332 a og b.