Annarleiðis spennandi nýggjársskrá í Vági

Mynd: Niels Jacob Eysturberg

Korona-støðan ávirkar okkum øll og øll tiltøk kring landið, soleiðis eisini við nýggjárshaldinum í Vági. Men onki nýggjár uttan nýggjárshald í Vági, so sjálvsagt verður ein spennandi skrá fyri nýggjárshaldið í Vági, hóast hon er øðrvísi enn undanfarin ár.

Fyrrapartin nýggjársaftansmorgun verða trý tiltøk úti í náttúruni. 

Kl. 10.00 Skipar Hvistan fyri árligu kirkjurenningini frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur – tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Kl. 11.30 Gongutúrur av Porkerishálsi til Vágs við ferðaleiðara og frásøgufólki.

Kl. 11.30 Gongutúrur av Tríkantinum í Vági niðan á Eggjarnar við ferðaleiðara og frásøgufólki.

Kl. 16.00 Filmurin “Nýggjár í Vági – ein filmur um samanhald” verður stroymdur á heimasíðuni hjá Nýggjársnevndiniwww.nyggjar.com

Skráin fyri kvøldið verður orsaka av korona-støðuni heldur annarleiðis enn vit kenna hana. Onki tiltak verður á Tríkantinum á Sandinum. Men Nýggjársnevndin hevur tó lagt dent á, at fólk heima og burturi skulu fáa eitt stórsligið upplivilsi, tá farið verður um miðnáttina á ársins síðstu nátt.

Skráin er hendan

Kl. 23.30 Byrjað verður at stroyma frá nýggjárshaldinum í Vági. Leinkja verður løgd út á heimasíðuna hjá Nýggjársnevndini www.nyggjar.com og á Suðuroyarportalin.

Kl. 23.40 Blikkini niðan á Eggjarnar, í Fjallinum og vesturi við Sandin verða tendraði

Kl. 23.50 Faklar verða tendraðir inni í Líðini.

Kl. 23.55 Sálmurin “Tíðin rennur sum streymur í á” verður sungin. Heitt verður á fólk um at koma út í tún og syngja sálmin saman. Hans Jacob Hjelm syngur fyri í ljóðanleggið, sum hoyrist kring um fjørðin.

Kl. 0.00 Føroya størsta fýrverksshow byrjar. Skotið verður yviri á Oyrunum, heimanfyri Rock Trawldoors – og sæst fýrverki best frá norðaru síðu av fjørðinum. Ørindaleys hava onga atgongd á økinum á Oyrunum.

Bookmark permalink.

Lukket for kommentarer.