Nýggjárshaldið 2019/2020 eydnaðist framúr væl, hóast veðurforsøgnin var heldur ivasom.
Dagurin í sínari heild var framúr góður.
Metnógv fólk til morgunmatin í Garðslon og til barnatiltakið á Eiðinum. Áhugin fyri at bera fakkul er eisini vaksandi og vóru tað í ár 160 faklar. -Og neyvan hava fleiri fólk verið kring Tríkantin á midnátt enn tað vóru í ár. Eftir bálið og stórt fýrverksshow varð farið vestur á Eiðið í dans, har framúr góður dansur var bæði fyri yngru ættarliðini og fyri tey tilkomnu.
Aftur í ár vóru nógvir útlendskir gestir í Vági á nýggjárunum, bæði gestir, sum hava tilknýtið til Vágs og gestir, sum hava hoyrt um einastandandi nýggjárshaldið í Vági og vildu uppliva tað.
Á Suðuroyarportalinum var grein um Marko og konuna, úr Meksiko, sum vóru til nýggjárshaldið í ár, men harumframt vóru eisini fólk úr m.a. USA, Belgia, Italia, Sveits, Hong Kong, Onglandi, Íslandi, Norra, Svøríki og Danmark.
Nýggjársnevndin ynskir øllum gott nýggjár. Eisini vilja okur nýta høvið at takka øllum fyri hjálpina. Uttan stór tøk og nógva hjálp til fyrireiking og uppseting, fyriskipan á staðnum meðan tiltøkini eru, og hjálp til niðurtøku og upprudding, so var onki nýggjárshald.
Okur gleða okkum til næsta ár !
Myndina tók Niels Jacob Eysturberg