Á heysti 2017 tók Nýggjársnevndin avgerð um, at filmur skuldi gerast um nýggjárshaldið í Vági, og heitt varð á teir báðar Una Arge og Hans Petur Hansen um at standa fyri filminum.
Í desember í fjør, serliga í døgunum rundanum nýggjárshaldið við øllum fyrireikingunum til stóra tiltakið, vóru Uni og Hans Petur í Vági og gjørdu upptøkur og samrøður. Við eru m.a. Mogens, Hans, Petur, Robert, Niels Petur og onnur. -Ikki minst so var eitt heilt filmslið í gongd til sjálvt tiltakið á nýggjársaftan, tá upptøkur vórðu gjørdar bæði av faklagongu, bálinum, fýrverki o.ø. – og eru eisini framúrskarandi upptøkur gjørdar við dronu.
Endamálið við filminum er at geva eina mynd av nýggjárshaldinum í Vági, sum jú hevur eina meiri ein 50 ára langa søgu í Vági, sigur Búi Dahl, formaður í Nýggjársnevndini, og leggur afturat, at Nýggjársnevndin er sera væl nøgd við filmin.
Filmurin er júst liðugur og nú ber til at bíleggja filmin, sum verður liðugt prentaður í januar. Filmurin kann bíleggjast á Torginum í Vági og Magnstøðini í Vági, og tá filmurin er liðugt prentaður, senda vit filmin út við posti, sigur Búi Dahl.
Filmurin, sum ber heitið “Nýggjár í Vági – ein filmur um samanhald” er umleið 45 minuttir til longdar og kostar 200 kr.