Nýggjárshaldið í Vági er uttan iva tað størsta og kendasta nýggjárshaldið í Føroyum. Hvørt ár leita hundraðtals fólk sær til Vágs á nýggjárinum at uppliva hetta forkunnuga tiltak á ársins síðstu nátt.
Seinastu árini hevur eisini vaksandi áhugi verið fyri Nýggjárshaldinum í Vági uttanfyri landoddarnar og eisini í útlendskum miðlum. Nýggjárshaldið í Vági hevur sum verða man fleiri ferðir verið umrøtt í norðurlendskum miðlum, og fyri 4 árum síðani var Nýggjárshaldið í Vági eisini umrøtt í CNN, tá mynd, sum Reidar Joensen tók, varð víst í CNN. Eisini freelance myndafólk hava verið í Vági á nýggjárinum, drigin av stórslidna tiltakinum – t.d. Alexander Böethuis, sum tók myndina omanfyri í 2015/2016.
Amerikanskur og franskur journalistar á vitjan
Í ár hava fleiri útlendskir journalistar og myndafólk eisini boðað frá, at tey koma til Nýggjárshaldið í Vági.
Millum hesi er amerikanskur journalistur og myndamaður/filmsmaður, sum m.a. ætlar at skriva grein til New York Times um Nýggjárshaldið í Vági. New York Times hevur umleið 9,3 milliónir lesar av dagligu útgávuni og er størsta avís í USA og 18. mest lisna avís í Heiminum.
Nýggjárshaldið í Vági fær eisini vitjan av fronskum journalisti og myndamanni, sum hevur skrivað greinar til stóra franska blaðið Le Monde. Le Monde telist millum størstu avísir í Fraklandi. Eisini hesin hevur ætlanir um at fáa greinar um og myndir frá Nýggjárshaldinum í Vági í fleiri ymiskar miðlar.
Í Vági kann annars bara staðfestast, at við myndum og filmsupptøkum av Nýggjárshaldinum í Vági á sosialu miðlunum, t.d. Facebook og Youtube, so er talið av útlendskum vitjanum í Vági á nýggjárinum støðugt vaksið.