Ein av kendastu bólkum í Føroyum seinastu árini er Danny & the Veetos, og á nýggjárinum fara Danny & Páll úr Danny & the Veetos eisini á pall í Vági á nýggjárinum.
Danny & Páll úr Danny & the Veetos verða gestabólkur til nýggjársdansin í Vágs Høll og fara harumframt eisini at spæla til konsert um dagin.
Nýggjársnevndin hevur longi havt eitt ynski um at skipa eitt tiltak fyri børn og ung um dagin nýggjársaftan, og í ár verður so ein spennandi konsert við Danny & Páll úr Danny & the Veetos nýggjársaftan kl. 13 í VB-húsinum.
Meiri verður at frætta um hesa spennandi konsertina seinni.
Á nýggjárinum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!
Nýggjárshaldið í Vági – eitt minni fyri lívið.